Vit hava savnað nakrar myndir frá bygningum, vit hava veitt vindeygu og hurðar til.
Træ
Træ/alu
Plast
Skal tað vera natúrligt og hugna-ligt, so er einki sum eitt vælgjørt træ-vindeyga. Vit gera tey í føstum mátum, men vituliga eisini eftir ynski. Dygdarlímtræ tryggjar góðan stabilitet, og viðurin er væl viðgjørdur fyri rot. Og so fáast tey sjálvandi liðugmálað í júst tí liti, tú ynskir.
HDYGD vindeygu úr límtræi geva tær bæði í posa og sekk, tí tey eru hugnalig og løtt at halda í senn. Uttan eru tey klødd við viðlíkahaldsfríum og snøggum aluminium – innan eru tey úr natúrligum viði. Og so gera vit tey sjálvandi júst so stór og smá, sum tú vilt hava.
Plast vindeygu eru til tey, sum ynskja at sleppa undan viðlíkahaldið. Tey eru gjørd soleiðis at tey líkjast trævindeygum mest møguligt. Vindeyguni verða gjørd í hvítum, men tú fært tey eisini í júst tí liti, tú ynskir.