|
|
|
|
|
|
| |
|
VINDEYGU - TRÆ

Umráðandi er, at vindeyguni hóska til tíni hús. Og møguleikarnir at laga HDYGD trævindeyguni til tann stíl,
tú ynskir, eru óteljandi
HDYGD trævindeyguni verða sum føst mát framleidd við 10 cm-lopum í breidd og hædd – men tey fáast eisini í júst tí mátinum, tú vilt hava. Harumframt fáast tey við gjøgnumgangandi sprossum og/ella klipssprossum. Gjøgnumgangandi sprossarnir eru 47 mm, 68 mm, ella 78 mm, meðan klips-sprossarnir fáast í 28 mm og 65 mm. Postarnir fáast í 68 mm og 78 mm.
Júst tær funktiónir, tær tørvar
Krøvini til funktiónirnar hjá einum vindeyga eru ógvuliga ymisk frá húsi til hús. Men eisini her nøktar HDYGD-vindeygað einhvønn tørv. Tú kanst velja millum vindeygu við toppsvingi og síðusvingi, vindeygu sum eru síðuhongd ella topphongd og vindeygu, sum hava fastan karm. Við toppsvingi og síðusvingi kann ramman vaskast innanífrá. Hesir ymisku eginleikarnir kunnu saktans samskipast í somu húsum og enntá í sama karmi.
Litir
Tað er rættuligani ymiskt, hvat fyri litur passar til hvørji hús, ella hvørji ynskir ein kundi hevur - men vit málað vindeyguni í akkurát tí litinum ynskt verður. Eisini er møguleiki at fáa ymiskan lit innan og uttan. Á http://www.i2studios.com/index.php?Page=http://www.i2studios.com/ncs/ er møguleiki fyri síggja teir ymisku litirnar.
|
|
|
|
|
 |
|
|
|
|
|
|