HURÐAR
HDYGD Plasthurðar
Dyrnar eru andlitið á heiminum
Fyllingshurðar
Vit hava valt at hava 11 ymiskar fyllingshurðar sum standard. Tær hava nøvn eftir føroyskum blómum. Hesar fyllingar eiga vit á goymslu. Brævsprekka og hurðabankari eru ikki standard. Tær fáast í hvítum á útsíðu og innsíðu, og mahogni á útsíðu og hvítum á innsíðu. Aðrir møguleikar eru eisini. Er ynskið ein dýrari dygdarfylling, útvega vit hana frá fegin, sí her. Hesar mugu bíleggjast í góðari tíð.
Umframt hvítar hurðar ber eisini til at velja tríggjar aðrar litir uttan: Svarta eik, mahogni og brúna eik. Tó fáast fyllingshurðarnar í svartari og brúnari eik. Eisini ber til at fáa hurðina sproytaða í øllum hugsandi RAL-litum.
Hurðarnar verða gjørdar eftir máti, so tær hóska júst til tín tørv.
Glaslistar eru altíð á innaru síðu. Hetta ger hurðina trygga og hindrar innbroti.
Karmgátt er standardur. Tá er dupultur pakningur allan vegin runt. Saman við 4-punktslæsing ger hetta hurðina fløskutætta.
Eisini ber til at fáa lága aluminiumsgátt.
Timbur úthurðar
Fyri at ein hurða skal kunn aliva upp til væntanirnar, so krevst nakað av teimum, tá vit hugsað um tað regn og tann vind vit kunna hava her heima á klettunum.
Tí hava vit á HDYGD sett okkum sum mál, bert at hava hágóðsku loysnir á okkara vørum. Vit hava fingið í lag eitt samstarv við Træsmiðjuna GLT, um at selja teirra úthurðar til okkara kundar.
Talan er um eina hurðar úr hágóðsku mahogny - og kemur hon sjálvsagt eisini undir 10-ára trygdina sum HDYGD veitur á sínum vørum.
Sniðini eru ymiskt, men læt okkum frætta hvat er áhugavert, so skaffa vit prísin.