DYGD OG TRYGD


Í meira enn 30 ár hava vit framleitt og ment hesi vindeygu. Vindeygað, sum upprunaliga æt »Husmorvinduet « og í eini 25 ár varð kallað H-vindeygað, eitur nú HDYGD vindeygað. Tað verður gjørt úr tí tilfari, sum sambært okkara drúgvu royndum er best egnað til føroysk viðurskifti. HDYGD heldur so leingi, at bæði trævindeygu og altanhurðar verða latin við 10 ára trygd!

 

Trygdin fevnir um:

  • døgg millum rútarnar
  • rotskaðar (treytað av,at vit mála liðugt)
  • at viðurin skjýtur seg og fer sundur í límingini
  • brek á besløgum

 

Trygdin ber við sær, at vit:

  • útvega nýggjan rút,skuldi døgg komið millum rútarnar
  • útvega nýggjar lutir, um so er, at teir ikki kunnu rættast
  • útvega nýggjar beslagvørur fyri tær, sum ikki virka

So umfatandi trygd fæst onga aðrastaðni. Og fyri at eingin ivi skal vera, fært tú eitt trygdarskjal við, tá tú keypir vøruna.

 

Dygd:

Rolls Royce er uttan iva tann ultimativi kvalitets bilurin. Í hinum endanum kunnu vit hóskandi seta tann fyrrverandi Eysturevropiska bilin Trabant.

 

Hvat hava hesir bilar til felags? Jú fyrst og fremst at vera eitt flutningstól. Men síðani heldur øll samanbering uppat.

 

Soleiðis er eisini við vindeygum og hurðum. Tað finnast dygdarvindeygu og lágprís vindeygu. Bæði hava sum høvuðsendamál at lata ljós og fríska luft inn og halda regninum úti.

 

So hvat nyttar eitt vindeyga, sum ikki fæst upp, ella sum lekur?

 

Tað er altso munur á Rolls Royce og Trabant. At samanbera dygdina á HDYGD vindeygum við dygdina á Rolls Royce og dygdina á lágprís vindeygum við dygdina á Trabant er yvirdrivið, men "overdrivelse fremmer forståelse", og mangur man sanna orðini

 

"the bitternes of poor quality remains long after the sweetnes of low price is forgotten..."

 

Á føroyskum:

"beiskleikin av vána dygd varir leingi eftir at søtleikin av lágum prísi er gloymdur..."

 

Minst til at eitt bíligt vindeyga oftast er dýrari at montera enn okkara vindeygu. Og um tú gongur eftir prísinum, so eigur tú at samanbera prísin á vindeygum við ísetan!

 

 

HDYGD    Í GEILINI 2    FO 385 VATNSOYRAR    FAROE ISLANDS   
 TEL.: +298 332177  FAX: +298 333166    WWW.HDYGD.FO    POST@HDYGD.FO