|
LAKKERING
HDYGD vindeygað kann veitast liðugt málað. Tí
sjálvt tann besti viðurin tørvar góða træverju. 
HDYGD vindeygu úr límtræ eru øll dyppaði í litleysa træverju, áðrenn stykkini verða samlaði og besligin.
Hetta er ein grundviðgerð, sum er góð, men vindeyguni eiga at málast liðug áðrenn tey vera ísett.
Øll, ið hava málað eitt vindeyga ella tvey, vita at tað fer við nógvari tíð.
Hjá okkum verður tað gjørt við nútímans tólum, áðrenn stykkini verða samlaði og besligin, og áðrenn glasið verður ísett. Við øðrum orðum, tað verður mála allastaðir har tað skal málast og ongastaðir har tað ikki skal málast.
Á henda hátt fáa vit viðgjørt øll tey støðini, sum eru fjald á einum lidnum vindeyga. Vel sjálv/ur lit, tí HDYGD vindeygu kunnu fáast júst í tí liti tygum ynskja.
Vel sjálv/ur ein lit (NCS kotu) Her kann tú royna teg fram til farvuna, ið hóskar akkurát til tín. Skermurin broytur lit alt eftir hvussu tú velur, og NCS kotan eru tey feltini í ovasta teigi, har tú justerar litin. Hesir eru sjálvandi vegleiðandi, tí ymiskt er hvussu skermar vísa.
Tygum spara bæði tíð og arbeiði, og tað verður ikki so nógv dýrari enn um tygum skuldu mála sjálv/ur.
Úrslitið verður bæði vakrari og meiri haldgott. Tað skal gerast væl fyri at ein "frítíðarmálari" skal fáa sama úrslit, sum vit fáa, við okkara nútímans sproyti útgerð. Tygum kunnu rokna við at eitt liðugt viðgjørt vindeyga skal klára seg í 4-5 ár á einum útsettum veggi, og 6-7 ár á læsíðuni.
Velja tygum liðugt málaði vindeygu, eru tygum óbundin av veðri og vindi. Ísetanin kann eins væl vera um veturin sum um summari. 10 ára trygdin er einans galdandi móti roti um vit hava liðugt viðgjørt vindeyga.
Veðurlagið í Føroyum er harbart, og av tí at mong av okkum ikki gera so nógv við viðlíkahaldsarbeiði, bjóða vit eisini HDYGD vindeygað í nærum viðlíkahaldsfríum; TRÆ/ALU, og plast.
Til plast og alu, nýta vit RAL litir. Hesir eru sjálvandi vegleiðandi, tí ymiskt er hvussu skermar vísa.
Standard litir:
Timbur: Hvítt, NCS 0502-Y
TRÆ/ALU: Hvítt, RAL 9010 (svarar til NCS 0502-Y)
Plast: Hvítt: RAL 9016.
|