TRYGGLEIKI


Tryggleiki snýr seg um ymisk viðurskitfi, so sum barnasikring, trygdarglas, bjargingarop o.s.fr.


 

Barnasikring


Øll okkara vindeygu toppsving, síðusving, og síðuhongd (síðuhongd bara í timbur) hava barnasikring. Uttanlanda er tað vanliga eitt krav at vindeygu á aðru hædd hava barnasikring.

 

Trygdarglas


Vandin fyri skeriskaðum er høgur har nógv fólk samstundis flytist í høgum tempo, so sum á gongjum, trappum og inngongdum. Tí er gott at kunna tryggja at glasið ikki verður til ov stóran skaða. Hetta kann gerast á fleiri hættir:

  1. Tjúkri glas. Brotnar ikki so lætt, men ger eins stóran skaða um tað brotnar.
  2. Herða glas. 3-5 ferðir sterkari enn vanligt glas og brotnar í heilt smá stykkir, sum ikki eru so vandamikil.
  3. Laminerað glas. Nakað veikari enn vanligt glas, men verður hildið saman um tað brotnar.
  4. Herða+laminerða glas. Eins sterkt sum herða glas og við brotið verða smáu stykkini hildin saman av lamineringini.
  5. Tráðglas. Nakað veikari enn vanligt glas, men verður hildið saman av træðrunum um tað brotnar.

Bjargingarop


Brunaumsjón Landsins hevur áset reglur fyri bjargingarop, sí niðanfyri. Serliga er 6.1.-4 áhugavert hjá okkum. Annars sæst øll kungerðin á http://www.brl.fo/kunngerd.html

 

Bjargingarviðurskifti.


6.1. Bjargingarop.


6.1.-1
Bjargingarop eru vindeygu, lemmar og dyr í útveggi og tekju, har fólk kunnu bjargast út, og har eisini bjargingarfólk kunnu sleppa inn.

6.1.-2
Sløkkiliðsfólk skulu kunna sleppa framat bjargingaropum, t.d. við stigum. Rimar, vindfang, sólskermar o.a. mugu ikki vera ein forðing fyri at síggja ella nýta bjargingarop.

6.1.-3
Bjargingarop skulu lættliga og uttan nakra forðing kunna latast upp og skulu kunna standa víðopin, so slepst um tey bæði út og inn.

6.1.-4
Bjargingarop skulu vera í minsta lagi 60 cm høg og 50 cm breið. Tó skal hædd og breidd tilsamans vera ikki minni enn 150 cm. Er hæddin frá lendi upp til bjargingarop minni enn 200 cm, kann hæddin á sjálvum bjarginaropinum vera 50 cm. Er hæddin frá lendi upp til bjargingarop í tekju meiri enn 9 m, skal hæddin á sjálvum bjargingaropinum vera ikki minni enn 80 cm. PDF-fílur vísir hvussu stórt eitt toppsving vindeyga má vera fyri at lúka treytirnar.
 - Topsving ( 39 kb ) 
 - Síðusving ( 40 kb )  

6.1.-5
Í bygningum, har tað er hægri enn 9 m millum lægsta jørðildi og bjargingarop í ovastu hædd, skulu bjargingarop í øllum hæddum, uttan í tekju, vera dyr, vippuvindeygu, síðuhongd vindeygu, lúkur ella dragivindeygu við opum í minsta lagi sum ásett í -4.

6.1.-6
Frá gólvi upp til undirkant á bjargingaropi skal ikki vera hægri enn 120 cm.

6.1.-7
Á loftum har gólvið er hægri enn 5,5 m (2 hæddir omanfyri) lægsta jørðildi, skulu bjargingarop í tekjum og kvistum, vera soleiðis háttað og sett, at tað, mált vatnrætt frá takskeggi inn til niðara kant á bjargingaropi, ikki er longur enn 1,4 m. Hevur opið sama hall sum tekjan (takvindeygu), skal innandura vera í minsta lagi 20 cm vindeygakarmur, ella trin ikki hægri enn 80 cm yvir gólvinum og í mesta lagi 40 cm niðanfyri bjargingaropinum.

6.2.
Øki til sløkki- og bjargingararbeiði.

6.2.-1
Atgongd ella innkoyring skal vera til bygging og skulu hesar viðvíkjandi legu, leið, breidd og hædd vera lagaðar eftir viðurskiftunum á staðnum og eftir nýtsluni av bygninginum.

6.2.-2
Møguleiki skal vera hjá sløkkiliðunum við stigum og neyðugum bjargingaramboðum at koma fram at bjargingaropum. Framvið bygningum har bjargingarop eru meir enn 9 m oman fyri lægsta jørðildi, skal vera hóskandi slætt øki til bjargingartiltøk, uttan so at bygningurin er soleiðis háttaður, at frá hvørjari brunaeind er gongt til trygdartrappu.

6.2.-3
Tílík bjargingarøki skulu vera 4 m breið og eisini vera framman fyri t.d. altanum svalum og karnappum og yvirhøvur í fráleika frá bygningum soleiðis at stigar og annað kann nýtast best. Økið eigur ikki at hella meir enn 1:20. Tilkoyringarleiðirnar skulu vera einar 3 m breiðar og hava fast undirlendi. Vegur og øki til bjargingar skal hóska til amboðini hjá sløkkiliðnum.

6.2.-4
Portur og tílíkar forðingar til bjargingarøki kunnu einans læsast eftir serligari avtalu við kommunalu brunamyndugleikarnar.

HDYGD    Í GEILINI 2    FO 385 VATNSOYRAR    FAROE ISLANDS   
 TEL.: +298 332177  FAX: +298 333166    WWW.HDYGD.FO    POST@HDYGD.FO