SØGA

 

Virksemi hjá Vatnsoyra Snikkaravirki byrjaði í 1968. Hans Elmar Poulsen gjørdi vindeygu, hurðar og aðrar snikkaravørur. Í 1972 varð fyrsta "Husmorvinduet" keypt úr Noregi. Nógv varð selt og fleiri royndu seg sum søluumboð, men í 1975 fingu vit "licens" uppá framleiðsluna. Gongdin hevur síðani víst ein støðugan vøkstur.

 
Í 1990 byrjaðu vit sjálvir at gera termorútar. Men táið vit gjørdu av í 2000 at nýta OrkuSpariGlas sum standard, vældu vit at keypa rútarnar aðrastaðir frá og løgdu okkara egnu rútaframleiðslu niður.

 

Í 1990 spílaðu vit okkum veruliga út, tí hetta árið varð Føroya Gluggi í Miðvági eisini keyptur. Har verður kenda H-vindeygað framleitt úr vinyli, umframt H-úthurðar og
H-altanhurðar úr plasti.

 

 

Í 2000 broyttu vit sniði á timburvindeygunum. Vit hava víðkað um tilfars úrvæl soleiðis at vit nú eisini framleiða træ/alu vindeygu. Hetta er vanliga H-vindeyga úr límtræi, sum er klætt við aluminiumi útvendiga. Hetta gevur framúr viðlíkahalds fyrimunir. Eisini gera vit
H-vindeygað í síðusving, sum er ein nýggjur og spennandi máti at lata upp vindeyguni. Sama ár útvegaðu vit okkum útgerð at sproyta vindeyguni við. Hetta ger at úrslitið verður bæði vakrari og meiri haldgott.

 

 

Í 2004 byrjaðu vit at nýta OrkuSpariGlas við U-virði á 1,1 sum standard. Hetta kanna danir fyri super lavenergi glas.

 

 

Í 2005 er ættarliðskiftið liðugt gjøgnumført. Í 2001 varð byrja uppá at gjøgnumføra við at Hans Elmar Poulsen býtti partabrøvini ímillum síni 6 børn. Í 2003 keyptu Dánjal Pauli og Heðin so systrarnar út og í 2005 er so seinasti liður gjøgnumførdur, við at Hans Elmar hevur lagt frá sær sum stjóri og Dánjal Pauli er vorðin stjóri á Føroya Glugga og Heðin á Vatnsoyra Snikkaravirki.

 

Í november 2005 fingu vit okkum felagsnavnið HDYGD, sum skal sameina undanfarin virkis- og vøru nøvn: Vatnsoyra Snikkaravirki, Føroya Gluggi, H-vindeygað, h-window.fo o.s.fr.

 

Í 2005 framleiddu vit yvir 6000 vindeygu og hurðar.

 

Hósdagin 20. sept. 2007 varð virkið selt
Eitt partafelag við Jónberg og Jóhan á Mýrini og Poul Poulsen hevur keypt feløgini, sum saman kalla seg fyri HDYGD. Tað er Investment Banking deilidin hjá Kaupthing bank, sum hevur staðið fyri søluni.

Ættarliðskiftið er fari fram stigvís í 2001, 03, 05 og "nú eru vit komin til enn eitt “trin” og tað eitur so at vit selja”, siga brøðurnir Poulsen, sum hava átt og rikið virki.

Nýggju eigararnir eru ikki heilt ókendir á økinum. Jónberg var formaður í 1975-78, og var í starvi táið ein stórur partur av útbyggingunum av Vatnsoyra Snikkaravirki fóru fram. Tað verða Jónberg og sonurin Jóhan, sum koma at leiða virkið framyvir. “Vit ætla framvegis at HDYGD skal vera fremsti vindeyga- og hurðaframleiðarin í landinum”, sigur nýggi stjórin Jónberg á Mýrini. 

HDYGD    Í GEILINI 2    FO 385 VATNSOYRAR    FAROE ISLANDS   
 TEL.: +298 332177  FAX: +298 333166    WWW.HDYGD.FO    POST@HDYGD.FO