Framleiðsla

H-Dygd vindeyga gevur tær mest fyri hvørja krónu

Upp aftur

Stjórin sigur

Nøgdir kundar og góð starvsfólk eru týdningarmiklir partar av virðisgrundarlagnum hjá okkum á HDYGD, til tess at tryggja føroyska marknaðinum bestu vøru og bestu tænastu. Drúgvu royndirnar at framleiða vindeygu hevur ment okkara serkunnleika innan økið. Vit kunnu altíð veita bestu ráðgeving og tænastu, tá ið okkara kundar skulu hava vindeygaloysnir til síni dreymaheim í tí avbjóðandi føroyska veðurlagnum. 

Tað er ein fyrimunur, at HDYGD livir og virkar á staðnum, tí vit kenna umstøðurnar hjá teimum, sum skulu nýta vindeyguni. Tí tryggjar okkara serkunnleiki kundanum bestu dygdina. Vit eru skjót á staðnum, um okkurt stingur seg upp, kenna marknaðin og hava gott samstarv við stak dugnaligar handverkarar og kunnu altíð geva góða ráð ella vísa á bestu fólkini. 

Harumframt kunnu vit eisini tryggja kundanum eykalutir til allar slitlutir heilt aftur til vindeygu, sum vórðu framleidd í 1970-unum. Hetta økir um haldgóðskuna á vindeyganum, sum tí ikki skulu skiftast, bara tí at ein lutur vantar. Vit gera alt  fyri betur at kunna tryggja tær, at tíni HDYGD vindeygu halda so leingi sum til ber. 

Okkara mál er, at HDYGD vindeyguni skulu vera tættari og halda longur enn nakað annað vindeyga á føroyska marknaðinum. Tað ber til at hava sum mál, tí vit hava so drúgvar royndir innan økið. At tað ber til, staðfesta vit dagliga, tí fleiri av HDYGD vindeygunum, sum vórðu sett í í 1968, tá ið fyritøkan byrjaði, eru enn í nýtslu. Tí kunnu vit við vissu siga, at HDYGD vindeygað er tað bíligasta vindeygað, roknað eftir døgum, á marknaðinum. Harumframt hava vit, sum einasti vindeygaframleiðari, eina sera umfatandi 10 ára trygd, sum vit veita øllum okkara kundum. 

Upp aftur

Um HDYGD

Føroyska veðurlagið krevur nógv av tøttum vindeygum, sum skulu halda leingi. Her er nógv regn og nógvur vindur saman, og ólíkt øðrum londum regnar í heilum uppeftir. Vindurin kroystir vætuna inn allastaðni, og tað krevur sjaldsama væl gjørd vindeygu HDYGD kennir føroyska veðurlagið, vit liva við tí hvønn dag og hava síðani 1968 framleitt vindeygu, sum halda leingi og standa seg serliga væl í okkara veðri.  

Sum tann einasti vindeygaframleiðarin hava vit eina sera umfatandi 12 ára trygd.

Víðagitið haldføri
Á HDYGD verður fyrst og síðst hugsað um at veita eina góða vøru og eina góða tænastu. Vindeygu er ein íløga, sum helst skal halda leingi og HDYGD vindeygað gevur tær mest fyri hvørja krónu. Fleiri av okkara vindeygum, sum vórðu framleidd fyrstu árini, eru enn í brúk. Haldgóðskan og tættleikin á HDYGD vindeygunum eru langt síðani vorðin víða gitin. Av somu orsøk veita vit eina umfatandi 12 ára trygd fyri  HDYGD vindeyguni. Tað er serliga góð trygd hjá keyparanum og fæst ikki aðrastaðni. Vit hava allar eykalutir til slitlutir á goymslu, so til ber at skifta teir út, gerst tað neyðugt. 

Sertænasta
Ein fyrimunur við HDYGD vindeygunum er, at vit virka og framleiða í Føroyum. Starvsfólk okkara eru serfrøðingar á økinum og kunnu veita tær hjálp og vegleiðing allan vegin frá tekningini, til vindeygað er ísett. Vit kenna týdningin av, at vindeyguni hóska til tað heimið, tú ætlar tær. Og vit á HDYGD veita tær júst tað, tú ynskir tær, sama um talan er um serligt snið, skap, stødd, litir ella ávís ynski eru um serglas ella funktiónir. Er okkurt á vási, eru vit beint við og kunnu skjótt vera á staðnum og loysa trupulleikan, skuldi tú rent teg í ein.

Í meira enn 43 ár hava vit framleitt og ment hesi vindeygu. Vindeygað, sum upprunaliga æt »Husmorvinduet « og í eini 25 ár varð kallað H-vindeygað, eitur nú HDYGD vindeygað. Tað verður gjørt úr tí tilfari, sum sambært okkara drúgvu royndum er best egnað til føroysk viðurskifti. HDYGD heldur so leingi, at bæði trævindeygu og altanhurðar verða latin við 12 ára trygd!

 

Upp aftur

Litir

HDYGD vindeygað kann veitast liðugt málað. Tí sjálvt tann besti viðurin tørvar góða træverju. HDYGD vindeygu úr límtræ eru øll dyppaði í litleysa træverju, áðrenn stykkini verða samlaði og besligin. Hetta er ein grundviðgerð, sum er góð, men vindeyguni eiga at málast liðug áðrenn tey vera ísett.

Øll, ið hava málað eitt vindeyga ella tvey, vita at tað fer við nógvari tíð.

Hjá okkum verður tað gjørt við nútímans tólum, áðrenn vindeygað verður besligi, og áðrenn glasið verður ísett, hetta fyri at vindeygað skal kunna vera málað allastaðnist, eisini aftannfyri glaslistar, innanfyri glasið osv.. Við øðrum orðum, tað verður mála allastaðir har tað skal málast og ongastaðir har tað ikki skal málast.

Á henda hátt fáa vit viðgjørt øll tey støðini, sum eru fjald á einum lidnum vindeyga. Vel sjálv/ur lit, tí HDYGD vindeygu kunnu fáast júst í tí liti tygum ynskja.

Tygum spara bæði tíð og arbeiði, og tað verður ikki so nógv dýrari enn um tygum skuldu mála sjálv/ur.

Úrslitið verður bæði vakrari og meiri haldgott. Tað skal gerast væl fyri at ein "frítíðarmálari" skal fáa sama úrslit, sum vit fáa, við okkara nútímans sproyti útgerð. Tygum kunnu rokna við at eitt liðugt viðgjørt vindeyga skal klára seg í 4-5 ár á einum útsettum veggi, og 6-7 ár á læsíðuni. Eftir hetta er neyðugt at geva timburvindeyganum eitt penslastrok, sodan at vindeygað aftur er málað og vart fyri tí sum veðrið hevur at bjóða.

Velja tygum liðugt málaði vindeygu, eru tygum óbundin av veðri og vindi. Ísetanin kann eins væl vera um veturin sum um summari. 12 ára trygdin er einans galdandi móti roti um vit hava liðugt viðgjørt vindeyga.

Veðurlagið í Føroyum er sera harbart, og av tí sama eru vindeyguni rættuligani útsett. Tískil ynska fleiri og fleiri so lítið viðlíkahaldsarbeiði sum gjørligt, tískil bjóða vit eisini HDYGD vindeygað í nærum viðlíkahaldsfríum; TRÆ/ALU, og plast.

Til plast og alu, nýta vit RAL litir. Hesir eru sjálvandi vegleiðandi, tí ymiskt er hvussu skermar vísa.

Standard litir:
Timbur: Hvítt, NCS 0502-Y
TRÆ/ALU: Hvítt, RAL 9010 (svarar til NCS 0502-Y)
Plast: Hvítt: RAL 9016.

Upp aftur

Tryggleiki

Tryggleiki snýr seg um ymisk viðurskifti, so sum barnasikring, trygdarglas, bjargingarop o.s.fr.

Barnasikring
Øll okkara vindeygu hava barnasikring sum standard.

Trygdarglas
Vandin fyri skeriskaðum er høgur, har nógv fólk samstundis flytist í høgum tempo, so sum á gongum, trappum og inngongdum. Tí er gott at kunna tryggja at glasið ikki verður til ov stóran skaða. Hetta kann gerast á fleiri hættir:
Tjúkri glas. Brotnar ikki so lætt, men ger eins stóran skaða um tað brotnar.
Herða glas. 3-5 ferðir sterkari enn vanligt glas og brotnar í heilt smá stykkir, sum ikki eru so vandamikil.
Laminerað glas. Nakað veikari enn vanligt glas, men verður hildið saman um tað brotnar.
Herða+laminerða glas. Eins sterkt sum herða glas og við brotið verða smáu stykkini hildin saman av lamineringini.
Tráðglas. Nakað veikari enn vanligt glas, men verður hildið saman av træðrunum um tað brotnar.
Bjargingarop
Brunaumsjón Landsins hevur áset reglur fyri bjargingarop, sí yvilit niðanfyri.

Bjargingarviðurskifti.
6.1. Bjargingarop.

6.1.-1 Bjargingarop eru vindeygu, lemmar og dyr í útveggi og tekju, har fólk kunnu bjargast út, og har eisini bjargingarfólk kunnu sleppa inn.

6.1.-2 Sløkkiliðsfólk skulu kunna sleppa framat bjargingaropum, t.d. við stigum. Rimar, vindfang, sólskermar o.a. mugu ikki vera ein forðing fyri at síggja ella nýta bjargingarop.

6.1.-3 Bjargingarop skulu lættliga og uttan nakra forðing kunna latast upp og skulu kunna standa víðopin, so slepst um tey bæði út og inn.

6.1.-4 Bjargingarop skulu vera í minsta lagi 60 cm høg og 50 cm breið. Tó skal hædd og breidd tilsamans vera ikki minni enn 150 cm. Er hæddin frá lendi upp til bjargingarop minni enn 200 cm, kann hæddin á sjálvum bjarginaropinum vera 50 cm. Er hæddin frá lendi upp til bjargingarop í tekju meiri enn 9 m, skal hæddin á sjálvum bjargingaropinum vera ikki minni enn 80 cm. PDF-fílur vísir hvussu stórt eitt toppsving vindeyga má vera fyri at lúka treytirnar.
- Topsving ( 39 kb )
- Síðusving ( 40 kb )

6.1.-5 Í bygningum, har tað er hægri enn 9 m millum lægsta jørðildi og bjargingarop í ovastu hædd, skulu bjargingarop í øllum hæddum, uttan í tekju, vera dyr, vippuvindeygu, síðuhongd vindeygu, lúkur ella dragivindeygu við opum í minsta lagi sum ásett í -4.

6.1.-6 Frá gólvi upp til undirkant á bjargingaropi skal ikki vera hægri enn 120 cm.

6.1.-7 Á loftum har gólvið er hægri enn 5,5 m (2 hæddir omanfyri) lægsta jørðildi, skulu bjargingarop í tekjum og kvistum, vera soleiðis háttað og sett, at tað, mált vatnrætt frá takskeggi inn til niðara kant á bjargingaropi, ikki er longur enn 1,4 m. Hevur opið sama hall sum tekjan (takvindeygu), skal innandura vera í minsta lagi 20 cm vindeygakarmur, ella trin ikki hægri enn 80 cm yvir gólvinum og í mesta lagi 40 cm niðanfyri bjargingaropinum.

6.2. Øki til sløkki- og bjargingararbeiði.

6.2.-1 Atgongd ella innkoyring skal vera til bygging og skulu hesar viðvíkjandi legu, leið, breidd og hædd vera lagaðar eftir viðurskiftunum á staðnum og eftir nýtsluni av bygninginum.

6.2.-2 Møguleiki skal vera hjá sløkkiliðunum við stigum og neyðugum bjargingaramboðum at koma fram at bjargingaropum. Framvið bygningum har bjargingarop eru meir enn 9 m oman fyri lægsta jørðildi, skal vera hóskandi slætt øki til bjargingartiltøk, uttan so at bygningurin er soleiðis háttaður, at frá hvørjari brunaeind er gongt til trygdartrappu.

6.2.-3 Tílík bjargingarøki skulu vera 4 m breið og eisini vera framman fyri t.d. altanum svalum og karnappum og yvirhøvur í fráleika frá bygningum soleiðis at stigar og annað kann nýtast best. Økið eigur ikki at hella meir enn 1:20. Tilkoyringarleiðirnar skulu vera einar 3 m breiðar og hava fast undirlendi. Vegur og øki til bjargingar skal hóska til amboðini hjá sløkkiliðnum.

6.2.-4 Portur og tílíkar forðingar til bjargingarøki kunnu einans læsast eftir serligari avtalu við kommunalu brunamyndugleikarnar.

Upp aftur

Bjálving og 12 ára trygd

Tættleiki og haldbæri
Tættleikin og haldføri á HDYGD vindeyganum er í serflokki, harafturat kunnu vit veita tær júst ta vindeygabjálving, sum tú vilt hava til heimið heilt niður til passivhús.

Sama um talan er um timbur, træ/alu ella plast hevur HDYGD vindeyga eina góða og væl gjøgnumhugsaða grundkonstruktión, sum umframt tættleikan hevur eitt framúr gott bjálvingarvirði. 

Bjálving og tættleiki mugu fylgjast, skal úrslitið gerast gott. Hetta vísa royndir okkara, har tað sæst, at bjálvingarvirðið einsamalt ikki bjálvar vindeygað nóg væl eins og ein trýstroynd heldur ikki einsamøll kann áseta bjálvingarvirði. Fyri at tryggja tær besta úrslitið, eru bæði bjálving og tættleiki í hásæti hjá okkum. 

Vilt tú hava uppaftur betri bjálving, sum t.d. passivhús e.l., kunnu vit eisini veita tað. 

Veitingartíð
Veitingartíðin er altíð tann sama, nevniliga millum tríggjar og seks vikur. Krevst onkur serligur litur til aluminiumið, kann tað taka eina viku longur. 

12 ára trygd
HDYGD veitir 12 ára trygd, sum fevnir um:
 
• døgg millum rútarnar
• rotskaðar (treytað av, at vit veita liðugmálað vindeygu).
• at viðurin skjýtur seg og fer sundur í límingini.
• brek á besløgum.
 
Trygdin ber við sær, at vit:
• útvega nýggjan rút, skuldi døgg komið millum rútarnar.
• útvega nýggjar lutir, um so er, at teir ikki kunnu rættast.
• útvega nýggjar beslagvørur fyri tær, sum ikki virka.

So umfatandi trygd fæst onga aðrastaðni. At vátta hesum fær tú trygdarskjal við, tá ið tú keypir vøruna.

Handverkarar um alt landið 
At veita tær ta bestu tænastuna, hevur HDYGD sítt egna ísetingarfólk, sum hevur drúgvar royndir í arbeiðinum við HDYGD vindeygum. Hava vit sjálv sett vindeygað í, fevnir 12-ára trygdin sjálvandi eisini um ísetingina.

Vit hava besta samband við teir góðu handverkararnar í landinum, og nógvir dygdarhandverkarar keypa frá HDYGD. Vilt tú hava vegleiðing, kunnu vit altíð viðmæla, hvør kann gera arbeiðið eins og vit fegin vísa tær á dygdarhandverkaran í teimum førum, vit ikki sjálv montera. 

Kundin í hásæti 
Navnið HDYGD setur síni krøv, tí tá er talan um dygdarloysnir, har tættleiki, bjálving og haldføri er í hásæti.

Fyri at tæna kundanum á besta hátt, eru vit altíð klár at koma tær til hjálpar. Vit røkka 90 prosent av landinum eftir einum tíma, og hevur tú tørv á ráðgeving á staðnum, so koma vit fegin á gátt.

Um tørvur er á at fáa onkran at kanna, um mátini eru røtt, so gera vit tað gleðiliga og ókeypis fyri kundar okkara.

Ókeypis uppmáting og ráðgeving 
Tú fær ókeypis uppmáting og ráðgeving, skalt tú skifta vindeyguni og keypir tey frá okkum. Vit ráðgeva tær, taka mát av tínum vindeygum og geva tær eitt óbindandi tilboð. 

Hevur tú onga avtalu við handverkara um arbeiðið, kunnu vit vísa tær á ein ella sjálv taka okkum av tí. Arbeiðið umfatar tá, at vit taka gomlu vindeyguni út, seta nýggj vindeygu í og síggja til, at alt verður ruddað upp. 

Hjá tær nýtist bert at velja rætta tilfar og snið, so vindeyguni hóska á besta hátt til heimið hjá tær. Hevur tú áhuga í tí, so kunnu vit eisini á tí økinum veita tær fakliga køna ráðgeving. 

Gunnleif “Gulli”,sølumaður
Tel 290 290 
gulli@hdygd.fo