Samband

H-Dygd vindeyu verða framleidd í júst tí mátinum og tí sniði, tú vilt hava

Upp aftur

Søga

Vit fortelja søguna um okkara virki langt aftur í tíðina fyri at vísa tær, at nýggja ættarliðið á H-Dygd, sum hevur mannað fyritøkuna seinastu fimm árini, byggir á herðarnar á royndum monnum, sum hava lagt sína sál í at gera føroysk vindeygu, sum eru ment saman við føroyska veðurlagnum. Vit hava tikið við royndum hjá øðrum og vit hava skil á vindeygum.

Vindeygu hava verið gjørd í Vágum langt aftur í tíðina. Snikkaravirkið var í Miðvági í fimtiárunum og áðrenn tað gjørdu vágamenn eisini vindeygu, tó í minni mát. Síðan 1968 hava vindeygu úr Vágunum brent seg føst í tilvitskuna hjá føroyingum og tá ið um vindeygu hevur verið røtt, er Vágar annað orðið.

Áðrenn nakar hugsaði um HDYGD-vindeygað, sum í dag er vindeygað yvir øllum vindeygum í Føroyum, er talan um eina 38 ára gamal søgu frá 1968 og fram til 2007, har Hans Elmar Poulsen á Vatnsoyrum er vindeygamaðurin í Føroyum og tað er kring hansara persón, at hópframleiðsla av vindeygum verður sett í verk.

Í samband við virksemið hjá Hans Elmar Poulsen og hansara synum krúpa nýggj nøvn og vørumerki inn í tilvitskuna hjá komandi húsaeigarum og hjá teimum, sum skifta út. Vit venja okkum so spakuliga við nøvn sum Vatnsoyrar Snikkaravirki og “husmorvindeygað”. Hesi hava í dag fingið eitt fast pláss í føroyskari byggisøgu og fleiri hugtøk koma aftur at.

Árið 1990 gjørdist eitt merkisár fyri føroysk vindeygu. Tá fer snikkaravirkið sjálvt at gera termorútar. Hetta helt áfram næstu tíggju árini, til menningin var komin fram til Orkuspariglas. Og tá valdu eigararnir at leggja glasframleiðsluna niður og keypa glasið aðrastaðni heldur enn at brúka alla orkuna til at gera vindeygu. Í 1990 keyptu teir eisini Føroya Glugga í Miðvági og nú vóru lunnar lagdir undir plastvindeygum og H-vindeygað sá dagsins ljós.

Í 2000 kemur træaluvindeygað á marknaðin og hetta vindeyga er kollveltandi: eitt vindeyga við trærammu og uttan klætt við alu sum gevur stórar viðlíkahaldsfyrimunir og sum er sum skapt til føroyska veðurlagið.Í 2004 verður orkuspariglas við U-virði á 1,1 sett sum standard, hetta er rættuligt lágorkuglas.

Í 2005 verður alt vindeygavirksemið savnað saman undir einum navni, H-dygd, og hetta árið framleiddi virkið 6000 vindeygu.

Í 2007 hendir eigaraskiftið og feðgarnir Jónberg og Johan á Mýrini keypa H-dygd saman við Poul Poulsen.

Fyritøkan er framhaldandi fremsti vindeyga- og hurðaframleiðari í landinum.