Vørur

Vindeygu eru ein íløga, sum helst skal halda leingi og H-Dygd vindeyga gevur tær mest fyri hvørja krónu

Upp aftur

Trævindeygu

HDYGD trævindeygað er klassikarin, sum við sjarmu, hugna og stíli heldur í nógv ár. Fleiri av okkara trævindeygum frá byrjanini í 1968 eru enn í nýtslu.

Møguleikar

Fyri at tú kanst fáa røttu vindeyguni til heimið, verða HDYGD trævindeygu framleidd í júst tí máti og sniði, tú vilt hava. Sama um talan er um topphongd, síðuhongd, toppsving, síðusving ella við føstum karmi og við sprossum ella ei. Fleiri av okkara kundum vilja hava ymsar loysnir í sama húsi. Hesir sera ymisku eginleikar kunnu saktans verða settir saman í sama karmi, tá ið fleiri vindeygu verða sett saman. HDYGD trævindeygu eru umfatað av 10 ára trygdini, sum vit veita øllum okkara kundum.

Haldgott vindeyga 
HDYGD trævindeygu hava roynst framúr væl í føroyska veðurlagnum. Fleiri av okkara vindeygum, sum enn verða brúkt, eru meiri enn 40 ára gomul. Trævindeygað hevur ein alu-rútalista í neðra at verja ábærasta staðið á vindeyganum, sum øll vætan frá vindeyga og veggi rennur niðurá. Botnglaslistin eru úr aluminium, og síðu- og toppglaslistin eru úr plasti.

Kjarnuviður og rotviðgerð

Okkara royndir við føroyska veðurlagnum gera, at vit umframt at brúka kjarnuvið eisini rotviðgera viðin. Hetta leingir so mikið um livitíðina á HDYGD trævindeyganum, at tað livir væl longur enn líknandi vindeygu uttanlands. HDYGD trævindeygað hevur 65 til 70 % av kjarnuviði, sum gevur natúrliga rotviðgerð. Timbrið verður lagt í rotviðgerðarløg, so viðurin sýgur løgin í seg. Minst 5 mm rotviðgerð er undir yvirflatu og minst 5 cm í endum. Tað forðar fyri, at rotið byrjar beinanvegin slit kemur á málingina ella vindeygað fær eitt skursl.

Litir

Hjá okkum fært tú tann litin, tú vilt hava – eisini um tú vilt hava ymiskar litir innan og uttan. Alulistarnir, sum verða settir niðast á vindeygakarminum, og ventilarnir eru hvítlakkeraðir á hvítu vindeygunum og gráir, tá ið karmurin hevur annan lit.

Liðugmálað vindeygu

Nógv tíð og stríð er at spara, keypir tú liðugmálað vindeygu. Hjá okkum verður málingin sproytað á, eftir at timbrið er liðugt tilevnað, og áðrenn besløg, listar og glas verða ísett. Tað verður sostatt málað allastaðni, har tað skal málast, og ongastaðni, har tað ikki skal málast. Eisini er grundarin ein soppdrepandi løgur, sum leingir livitíðina, vindeygað hevur. Hetta leingir livitíðina, tí málingin fer allastaðnist, har hon skal.

Løtt og einføld røkt

Hóast HDYGD trævindeygu ikki krevja nógva røkt, er týdningarmikið at røkja tey rætt. Vindeygu, sum verða latin liðugmálað, klára vanliga 3-5 ár har ábart er. Í lívd kann tað ganga nakað longur, áðrenn tørvur er á viðgerð aftur. Øll besløg og mekanismur eiga at verða smurd regluliga og helst tvær ferðir um árið.

Umráðandi er, at vindeyguni hóska til tíni hús. Og møguleikarnir at laga HDYGD trævindeyguni til tann stíl, tú ynskir, eru óteljandi

HDYGD trævindeyguni verða sum føst mát framleidd við 10 cm-lopum í breidd og hædd – men tey fáast eisini í júst tí mátinum, tú vilt hava. Harumframt fáast tey við gjøgnumgangandi sprossum og/ella klipssprossum. Gjøgnumgangandi sprossarnir eru 47 mm, 68 mm, ella 78 mm, meðan klips-sprossarnir fáast í 28 mm, 45mm og 65 mm. Postarnir fáast í 68 mm og 78 mm.

Júst tær funktiónir, tær tørvar

Krøvini til funktiónirnar hjá einum vindeyga eru ógvuliga ymisk frá húsi til hús. Men eisini her nøktar HDYGD-vindeygað ein hvønn tørv. Tú kanst velja millum vindeygu við toppsving og vindeygu sum eru síðuhongd ella topphongd og vindeygu, sum hava fastan karm. Við toppsvingi  kann ramman vaskast innanífrá. Hesir ymisku eginleikarnir kunnu saktans samskipast í somu húsum og enntá í sama karmi.

Upp aftur

Træ/Aluvindeygu

Um tú vilt hava vakrar og hugnaligar trærammur innan, men vilt sleppa undan viðlíkahaldi uttan, er HDYGD træ/aluvindeyga tað rætta til tín.



Talan er um kenda HDYGD trævindeygað, sum hevur fingið viðlíkahaldsfríaraluminiumsprofilar uttan at verja fyri veðri og vindi. Hetta ger, at vindeyguni krevja lítið og onki viðlíkahald, meðan hugnin frá trænum verður varðveittur innan. HDYGD træ/aluvindeyga eru fevnd av 10 ára trygdini, sum vit veita øllum okkara viðskiftafólkum.

Haldgóð vindeygu

Bygnaðurin í HDYGD træ/aluvindeyganum ger, at bjálvingin og tættleikin er eins góður sum á tí vælkenda HDYGD trævindeyganum. Í mun til HDYGD trævindeyga, sum hevur ein alu-rútalista í neðra at verja mest ábæra staðið á vindeyganum, er allur karmurin á HDYGD træ/aluvindeyganum klæddur við aluminium fyri at verja træi fyri regni og sólarljósi.

Sprossar

Til HDYGD træ/aluvindeygu fáast sprossarnir sum gjøgnumgangandi 68 mm og 78 mm og sum sprossar millum gløs í 18 mm, 26mm, ella 45mm.

Litir

Sum standard er HDYGD træ/alu vindeygað hvítt, men kann eisini fáast í fleiri litum, bæði innan og uttan.

Løtt og einføld røkt

Velur tú HDYGD træ/aluvindeygu, sleppur tú undan mestsum øllum viðlíkahaldi uttan. Innan er sum á vanligum trævindeyga. Besløg og mekanismur eiga at verða smurd tvær ferðir árliga. Nógv velja trævindeygu, tí tey eru heit og hugnalig innan. Tey, sum velja sær vindeygu úr aluminium, gera tað oftast, tí tey ikki krevja viðlíkahald uttan. Tað er tann klassiska tvístøðan: Velji eg teg her, so missi eg teg har … Men soleiðis er ikki longur. HDYGD-vindeygu úr límtræi, sum eru klødd við aluminium á útsíðuni, ganga báðum ynskjum á møti samstundis. Tú sleppur undan at mála uttan – men hevur kortini træ innan. Træ innan - Aluminium uttan

Upp aftur

Plastvindeygu

HDYGD plastvindeyga krevur lítla og onga røkt. Tey eru rætta valið hjá tær, sum vilt hava vindeygu, sum altíð rigga við næstan ongari røkt. HDYGD plastvindeygu roynast sera væl, tey eru haldbar og krevja bert vask og ein árligan oljudropa at smyrja besløgini við. HDYGD plastvindeygu eru fevnd av 12 ára trygdini, sum vit veita øllum okkara viðskiftafólkum.

Møguleikar

Fyri at tú kanst fáa røttu vindeyguni til heimið, verða HDYGD Plast vindeyg framleidd í júst tí máti og sniði, tú vilt hava. Sama um talan er um topphongd, síðuhongd, drei kip,toppsving, ella við føstum karmi og við sprossum ella ei. Fleiri av okkara kundum vilja hava ymsar loysnir í sama húsi. Hesir sera ymisku eginleikar kunnu saktans verða settir saman í sama karmi, tá ið fleiri vindeygu verða sett saman.

Sprossar

Um tú velur at hava sprossar, og hvat slag av sprossum tú velur, hevur stóran týdning fyri heildarmyndina av húsunum. HDYGD plastvindeygu fáast bæði við gjøgnumgangandi sprossum og/ella álímaðum sprossum. Teir gjøgnumgangandi sprossarnir eru 64 mm ella 91 mm , meðan teir álímaðu sprossarnir eru 25 mm ella 45 mm. Postarnir eru 90 mm.

Litir

HDYGD plastvindeyguni verða framleidd í hvítum (RAL 9016) profilum, men tey fáast eisini í júst tí liti, tú vilt hava. Tú skalt bert velja litin á einum RAL-litkorti, og so verður lakkeringin gjørd við autolakkerara.

Ómakaleys røkt

H-DYGD plastvindeygu krevja bert ein vátan klút og smyrjing. At fáa vindeygað at rigga sum best mæla vit til, at øll besløg og allar mekanismur verða smurd tvær ferðir um árið.

Upp aftur

Hurðar

Dyrnar eru andlitið til heimið

Fyllingshurðar

Vit hava stórt úrval av fyllingum sum vit bíleggja frá Grad Export, tær síggjast við at trísta á her

Umframt hvítar hurðar ber eisini til at velja tríggjar aðrar litir uttan: Svarta eik, mahogni og brúna eik. Tó fáast fyllingshurðarnar í svartari og brúnari eik. Eisini ber til at fáa hurðina sproytaða í øllum hugsandi RAL-litum.

Hurðarnar verða gjørdar eftir máti, so tær hóska júst til tín tørv.

Glaslistar eru altíð á innaru síðu. Hetta ger hurðina trygga og hindrar innbroti.

Karmgátt er standardur. Tá er dupultur pakningur allan vegin runt. Saman við 4-punktslæsing ger hetta hurðina fløskutætta.

Eisini ber til at fáa lága aluminiumsgátt.

Timbur úthurðar


Fyri at ein hurð skal kunna liva upp til væntanirnar, so krevst nakað av teimum, tá vit hugsað um tað regn og tann vind vit kunna hava her heima á klettunum.

Tí hava vit á HDYGD sett okkum sum mál, bert at hava hágóðsku loysnir á okkara vørum. Vit hava fingið í lag eitt samstarv við DPR.Fo, um at selja teirra úthurðar til okkara kundar.

Talan er um hurðar úr hágóðsku mahogny - og kemur hon sjálvsagt eisini undir 12-ára trygdina sum HDYGD veitur á sínum vørum.

Sniðini eru ymiskt, men læt okkum frætta hvat er áhugavert, so skaffa vit prísin.

Upp aftur

Glas

Hjá HDYGD er alt klárt glas í orkuflokki A, um ikki annað er valt. Rútarnir sjálvir eru 23 mm tjúkkir, 4-15-4 mm við u-virði 1,0. Á plast vindeygum er 3-lag glas standard við u-virði 0,5.

Ráglas er glas, sum ikki sæst ígjøgnum. Hetta verður vanliga nýtt í wc vindeygum og í úthurðum. Ráglasið fæst í fleiri avbrigdum, so sum Etza, Kura osv. Tað sær tú við at trýsta á linki http://atlanticpane.fo/index.php?id=22

Trygdarglas hóskar væl til vindeygu og hurðar, har rúturin fer heilt niður á gólv. Trygdarglas hevur somu brotstyrki sum ”vanligt” glas, men hongur saman í límingini, so tú ikki skert teg av tí (júst sum ein bilrútur). Trygdarglas kann eisini verða veitt við herdaðum glasi, herda glas hevur ein høga brotstyrki.

Ljóðdoyvandi glas tekur ljóðið og hóskar væl tætt við veg við tungari ferðslu. Ymisk glastjúgd er á innara og uttara glasinum.

Sóldoyvandi glas sum antin reflekterar ella absorberar sólstrálurnar. Hetta er gott til stórar glassíður, ið eru suðureftir.

Alt glas vit veita í okkara vindeygum og hurðum er frá Atlantic Pane, tað eru nógv ymisk sløg av glasi og hevur tú spurningar ella okkurt seligt ynski um glas í tíni nýggju vindeygu ella hurðar er bara at spyrja.

Upp aftur

Eykalutir

HDYGD vindeygu eru slitsterk, haldgóð og hava langa livitíð. Tá ið vindeyguni liva so leingi, er sjálvandi gott, at nýggir eykalutir eru tøkir, so tað ikki verður neyðugt at skifta eitt gott vindeyga út.

Tí hava vit á HDYGD flestu eykalutir á goymslu heilt aftur til tey vindeyguni, sum vórðu framleidd í 1970unum.

Tað gera vit fyri at tryggja tær, at tíni HDYGD vindeygu halda so leingi sum gjørligt.

Upp aftur
Upp aftur
Upp aftur