
Trævindeygu
HDYGD trævindeygað er klassikarin, sum við sjarmu, hugna og stíli heldur í nógv ár. Fleiri av okkara trævindeygum frá byrjanini í 1968 eru enn í nýtslu.
Møguleikar
Fyri at tú kanst fáa røttu vindeyguni til heimið, verða HDYGD trævindeygu framleidd í júst tí máti og sniði, tú vilt hava. Sama um talan er um topphongd, síðuhongd, toppsving, síðusving ella við føstum karmi og við sprossum ella ei. Fleiri av okkara kundum vilja hava ymsar loysnir í sama húsi. Hesir sera ymisku eginleikar kunnu saktans verða settir saman í sama karmi, tá ið fleiri vindeygu verða sett saman. HDYGD trævindeygu eru umfatað av 10 ára trygdini, sum vit veita øllum okkara kundum.
Haldgott vindeyga
HDYGD trævindeygu hava roynst framúr væl í føroyska veðurlagnum. Fleiri av okkara vindeygum, sum enn verða brúkt, eru meiri enn 40 ára gomul. Trævindeygað hevur ein alu-rútalista í neðra at verja ábærasta staðið á vindeyganum, sum øll vætan frá vindeyga og veggi rennur niðurá. Botnglaslistin eru úr aluminium, og síðu- og toppglaslistin eru úr plasti.
Kjarnuviður og rotviðgerð
Okkara royndir við føroyska veðurlagnum gera, at vit umframt at brúka kjarnuvið eisini rotviðgera viðin. Hetta leingir so mikið um livitíðina á HDYGD trævindeyganum, at tað livir væl longur enn líknandi vindeygu uttanlands. HDYGD trævindeygað hevur 65 til 70 % av kjarnuviði, sum gevur natúrliga rotviðgerð. Timbrið verður lagt í rotviðgerðarløg, so viðurin sýgur løgin í seg. Minst 5 mm rotviðgerð er undir yvirflatu og minst 5 cm í endum. Tað forðar fyri, at rotið byrjar beinanvegin slit kemur á málingina ella vindeygað fær eitt skursl.
Litir
Hjá okkum fært tú tann litin, tú vilt hava – eisini um tú vilt hava ymiskar litir innan og uttan. Alulistarnir, sum verða settir niðast á vindeygakarminum, og ventilarnir eru hvítlakkeraðir á hvítu vindeygunum og gráir, tá ið karmurin hevur annan lit.
Liðugmálað vindeygu
Nógv tíð og stríð er at spara, keypir tú liðugmálað vindeygu. Hjá okkum verður málingin sproytað á, eftir at timbrið er liðugt tilevnað, og áðrenn besløg, listar og glas verða ísett. Tað verður sostatt málað allastaðni, har tað skal málast, og ongastaðni, har tað ikki skal málast. Eisini er grundarin ein soppdrepandi løgur, sum leingir livitíðina, vindeygað hevur. Hetta leingir livitíðina, tí málingin fer allastaðnist, har hon skal.
Løtt og einføld røkt
Hóast HDYGD trævindeygu ikki krevja nógva røkt, er týdningarmikið at røkja tey rætt. Vindeygu, sum verða latin liðugmálað, klára vanliga 3-5 ár har ábart er. Í lívd kann tað ganga nakað longur, áðrenn tørvur er á viðgerð aftur. Øll besløg og mekanismur eiga at verða smurd regluliga og helst tvær ferðir um árið.
Umráðandi er, at vindeyguni hóska til tíni hús. Og møguleikarnir at laga HDYGD trævindeyguni til tann stíl, tú ynskir, eru óteljandi
HDYGD trævindeyguni verða sum føst mát framleidd við 10 cm-lopum í breidd og hædd – men tey fáast eisini í júst tí mátinum, tú vilt hava. Harumframt fáast tey við gjøgnumgangandi sprossum og/ella klipssprossum. Gjøgnumgangandi sprossarnir eru 47 mm, 68 mm, ella 78 mm, meðan klips-sprossarnir fáast í 28 mm, 45mm og 65 mm. Postarnir fáast í 68 mm og 78 mm.
Júst tær funktiónir, tær tørvar
Krøvini til funktiónirnar hjá einum vindeyga eru ógvuliga ymisk frá húsi til hús. Men eisini her nøktar HDYGD-vindeygað ein hvønn tørv. Tú kanst velja millum vindeygu við toppsving og vindeygu sum eru síðuhongd ella topphongd og vindeygu, sum hava fastan karm. Við toppsvingi kann ramman vaskast innanífrá. Hesir ymisku eginleikarnir kunnu saktans samskipast í somu húsum og enntá í sama karmi.